Hetta kappingarárið byrjaði illa hjá týska stórfelagnum FC Bayern, men nú gongur strúkandi. Felagið hevur vunnið sjey sigrar á rað, og um vikuskiftið gekk tað út yvir meistararnar úr Wolfsburg. Bayern var betra liðið í dystinum og vann tryggan 3-1 sigur. Bayern og Leverkusen liggja nú á odda í Bundesliguni. Bæði feløgini hava fingið 45 stig, og tað eru trý stig fleiri enn Schalke, sum er trið í røðini.