Baumgartner roynir aftur

Nú er betri veður í amerikanska statinum New Mexico, og tí ætlar eysturríkarin Felix Baumgarnter at gera eina roynd seinni í dag at seta nýtt heimsmet í fríum falli.

Hann ætlaði at royna týskvøldið, men tá var so nógvur vindur, at ballónin, sum skuldi lyfta hann 36,5 kilometrar upp, fór av leið og kundi ikki brúkast.

Men nú er minni vindur, og sambært tíðindastovunum fer Felix Baumgartner at royna aftur seinnapartin.

Tann 36 ára gamli eysturríkarin hevur 27 ára royndir í fallskíggjalopi, og hesi árini hevur hann gjørt fleiri lóglig eins væl og ólóglig lop. Lopið í dag er lógligt, men samstundis tann størsta og vandamesta uppgávan, sum hann hevur tikið á seg.