Baumgartner fullførdi metlopið

Tann 43 ára gamli eysturríkarin Felix Baumgarnter fullførdi í kvøld ætlan sína at seta met í fríum falli og at gerast tann fyrsti at bróta ljóðmúrin.

Hylkið við Baumgarnter var meiri enn 39 kilometrar uppi, tá hann koyrdi

dyrnar upp og leyp. Tá hann var 2.900 metrar yvir jørðini, lat hann fallskíggjan upp, og løtu seinni lendi hann í øllum góðum í amerikanska statinum New Mexico.

Á veg niður vísti ferðmátarin, at ferðin hjá Baumgatner kom upp á umleið 1.170 kilometrar um tíman, og tí er lítil ivi um, at hann breyt ljóðmúrin. Tey, sum fylgdu honum niðureftir, gjørdust ikki sørt kløkk, tá hann brádliga fór at mala í klingur, men tað eydnaðist honum at koma aftur á beint.

Felix Baumgartner hevur sagt, at hetta var hansara seinasta loproynd.