Tá felagið Baugur Group skyldaði teimum stóru íslendsku bankunum mest, var skuldin oman fyri 5,7 milliardir evrur. Hetta var stutt fyri árslok í 2007. Tá svaraði upphæddin til 518 milliardir íslendskar krónur. Í dag svarar hon til næstan 1.000 milliardir, skrivar Morgunblaðið.
Stutt fyri árslok í 2007 svaraði skuldin hjá Baugur Group og tess dóttirfeløgum til 11 prosent av tí samlaða útláninum hjá trimum teimum størstu bankunum í Íslandi.
Tá íslendska fíggjarkervið rapaði, skyldaði Baugur Group teimum trimum bankunum 4,5 milliardir evrur.










