Íslendska íløgufelagið Baugur Group er farið í gjaldssteðg í morgun Baugur hevur gjørt íløgur í ymiskt virksemi í Íslandi, hinum Norðurlondunum og í Bretlandi. Í Danmark eigur Baugur fyritøkurnar Illum og Magasin og mótafyritøkuna Day Birger et Mikkelsen.
Leiðslan í Baugi sigur, at felagið fer í gjaldssteðg fyri at verja síni áhugamál og virðið hjá kreditorunum.
Tað hevur verið upp á tal at endurreisa Baug, men tær ætlaninar fóru fyri bakka í gjár, skrivar Børsen.