Rengurnar eru komnar í bátin. Framrong í framskuti og bakrong í bakskuti.
Nú er bátasmiðurin farin at hyggja uppá staðseting av tollum og bora fyri tollholum.
Tíðarætlanin, ið Terji setti út í kortið, fer at halda, umleið hálvan september er bátasmiðurin liðugur í Steigartúni.
Báturin er til sølu, og bjóðast kann longu nú upp á hann. Og kann hann handast keypara, tá hann er liðugt smíðaður um miðjan september.
Støddin er 5-mannafar. Við fylgja fýra árar og róður.
Báturin er somu stødd, sum Kiwanis-báturin, ið lutaður varð burtur eftir ólavsøku 2023.
Áhugaði kunnu ringja til Dagbjørn Hansen á fartlf. 787477.
##med2##