Bátur sokkin í Sandvík

Um miðnáttarleitið sakk ein útróðrarbátur við bryggjuna í Sandvík.

Beint eftir miðnátt varð sløkkiliðið í Suðuroyar norðaru helvt boðsent til Sandvíkar, tí ein bátur var sokkin.

 

Talan var um ein 36ft útróðrarbát. Báturin var spildurnýggjur í bygdini, hann var sigldur úr Fuglafirði til Sandvíkar í gjár.

 

Oddur Dimon, sløkkiliðsleiðari á Tvøroyri, sigur, at klokkan 10 í gjárkvøldið var alt í lagi við bátinum, men beint eftir miðnátt stóð hann á botni og bara stevnið kom undan.

 

- Vit festu ein enda á bátin og lyftu hann upp til vatnskorpuna og pumpaðu hann síðani lens. So typtu vit bátin, sigur Oddur Dimon. Báturin var ikki tikin upp á land, tí at kranin orkaði ikki at lyfta hann. Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag hjálpti til í arbeiðinum at fáa bátin upp.

 

Enn er ikki greitt, hví báturin sakk.

 

Hetta rakar uttan iva eigaran meint, tí hesin báturin er júst keyptur, fyri at avloysa ein eldri bát, sum sakk fyrr í ár.