Bátur sleit í Havn

Síðstu nátt sá løgreglupatrulja, sum koyrdi í býnum, at ein bátur í Havn hevði slitið.

Síðstu nátt sá løgreglupatrulja, sum koyrdi í býnum, at ein bátur í Havn hevði slitið endarnar og lá og rak.

 

Funnið varð fram til eigaran, sum kom oman og syrgdi fyri, at báturin varð bundin tryggjur við bryggju aftur.

 

Vakthavandi sigur, at talan var um ein 25 fót glastrevjabát, men sum skilst, fekk báturin ongan sjónligan skaða.