BORÐTENNIS
Um vikuskifti var hol sett á aftur landskappingina í borðtennis. Lagt var fyri í Eysturskúlanum í Havn har 1. Grand Prix umfar bleiv avgreitt. Um 70 luttakarar vóru møttir og má tað sigast at verða í lagi, tá ið hugsað verður um veðrið, sum var leygardagin. Helst vóru fleiri úr suðri og aðrastaðni frá, ið settist afur, tá ið tey hugdu út gjøgnum vindeygað leygarmorgunin.
Kappingin byrjaði klokkan tíggju, tá fyrstu fimm bólkarnir løgdu til brots. Sjálvt um fleiri leikarar enn vóru illa fyri, serliga av at hava siglt um Suðuroyarfjørð og Skopunarfjørð í ódnarveðrið, so sást hetta ikki á temum tí teir løgdu alla orku í fyri at vinna.
Klokkan eitt var síðani farið undir teir síðstu bólkarnar, og góðar tríggjar tímar seinni vóru teir seinastu bólkavinnararnir funnir, og so var klárt at gera støðuna upp.
Serliga stuttligt var at síggja enn eitt nýtt felag luttaka. B71 av Sandi hevði hesaferð fleiri leikarar við, og ætlanin hjá felagnum er at hava enn fleiri til næstu kappingarnar. Í fjør var felagið Royn eisini við aftur fyri fyrstu ferð eftir ein steðg í nøkur ár.
Kappingarnar gerast sjálvandi meir spennandi, tá fleiri feløg eru við í kappingunum, samstundis sum tað verður hugaligari og stuttligari hjá leikarunum at vera við og at kappast móti leikarum frá fleiri ymiskum plássum.
Oyggjaleikir verða á Rhodes næsta summar, so áhugavert verður at fylgja gongdini í kappingini, tí uttan iva verður kappingin ímillum leikararnar hørð um at sleppa við.
Bólkavinnarar gjørdust:
A: Petur Niclasen, Tór
B: Rói Agnarson, Tór
C: Sheila Strøm, TBF
D: Heini Mortensen, TBF
E: Levi Winther, Tór
F: Jónas Syderbø, Tór
G: Tóki Thorsteinsson, Tór
H: Margeir Kjærbo, TBF
I: Andrias á Roykheyggi, Tór
J: Árnfríður Olsen, Royn
Støðan í Grand Prix kappingini eftir 1. umfar:
Smápinkur
1. Anna MikkjalsdótturTBF180 stig
2. Durita JensenTBF98 stig
3. Sofía Maria FerjáTBF96 stig
Smápiltar
1. Bjørgvin SveinbjørnsonRoyn82 stig
2. Petur MullerTBF80 stig
3. Jónas WentslauTBF70 stig
Pinkur
1. Lív ØsterTBF94 stig
2. Sára OlsenTBF92 stig
3. Eva WilhelmTBF90 stig
Piltar
1. Eyðfinnur JensenRoyn150 stig
2. Árnfríður OlsenRoyn80 stig
3. Hans HøjgaardTBF74 stig
Smágentur
1. Rakul MikkjalsdótturTBF340 stig
2. Birita MortensenTBF210 stig
Smádreingir
1. Jákup ThomasenTBF370 stig
2. Jónhard FerjáTBF320 stig
3. Páll Heri NolsøeTBF310 stig
Gentur
1. Susie MidjordTBF350 stig
2. Sheila StrømTBF350 stig
3. Joan ThomasenTBF350 stig
Dreingir
1. Fróði JensenTBF410 stig
2. Rói AgnarssonTór400 stig
3. Hallur ThorsteinssonTór390 stig
Kvinnuunglingar
1. Marin í DaliTBF400 stig
2. Heidi OlsenTór200 stig
Mansunglingar
1. Sigurð CarlssonTór450 stig
2. Pætur AlbinusTór430 stig
3. Sjúrður FerjáTBF360 stig
Meistaradeildin
1. Petur NiclasenTór500 stig
2. Ragnar EgilssonTór470 stig
3. Jóan Petur HolmTór380 stig