Battaríini eru betri nú

Battarítøknin til elbilar hevur ment seg nógv seinastu árini. Betraða tøknin hevur við sær, at brúkarin nýtist ikki longur at hugsa alt ov nógv um hvørt bilurin megnar at koyra ein ávísan tein upp á battaríið, tí battaríini megna meira, enn tey gjørdu fyrr.

– Bilarnir eru á fínum støði. Battaríini eru stór nokk, og tú fært næstan ikki ein nýggjan elbil, sum ikki kann koyra frá Havn til Klaksvíkar tur-retur og aftur til Klaksvíkar, áðrenn tú skalt løða, sigur Martin Andreas Kruse, sum umframt at selja Tesla bilar, eisini rekur Nýhugsan.fo, ið hevur til endamáls at varpa ljós á grønar orkuloysnir.

Almennu løðistøðirnar koma sjálvandi væl við, men høvuðsendamálið hjá teimum er at tryggja, at bilurin hevur nokk av orku til at koma heim - ikki til at løða bilin fullan.

– Tað handlar í grundini um at koma heim, soleiðis at tú fært løtt bilin til dagin eftir. Tað er ikki so, at tær nýtist at løða heilt til 100 prosent á battarínum hvørja ferð, tú skalt bara løða nokk til at koma heim, sigur Martin Andreas Kruse, og sipar til, at bilarnir standa vanliga og løða um næturnar.

Les meira um elbilar og umhvørvið í Vikuskiftissosialinum.