Batnandi upsaveiða

Góða upsaveiðan, sum partrolararnir høvdu í einar tvær ella tríggjar vikur herfyri, minkaði rættiliga nógv miðskeiðis í seinastu viku. Men nú er aftur bati í veiðini.

Fiskivinna

Í morgun landa partrolararnir Vesturbúgvin og Eysturbúgvin ávikavist í Vestmanna og á Sandi.
Danjal Jacobsen, sum er reiðari á Vesturbúgvanum, hevur eisini verið skipari hendan túrin.
Hann sigur, at tá teir góvust at fiska á næst seinasta túri, var nógvur upsi at fáa, men tá teir byrjaðu hendan túrin, sum júst er liðugur, var fiskiskapurin minkaður rættiliga nógv.
Nú Vesturbúgvin og Eysturbúgvin landa í morgun, hava skipini tilsamans 275.000 pund av upsa.
Dánjal Jacobsen sigur, at uppundir endan av hesum túrinum var fiskiskapurin vorðin heldur frægari aftur, enn hann var í byrjanini av túrinum.
Vesturbúgvin og Eysturbúgvin hava bara roynt eystanfyri hendan túrin.
- Hetta er tíðin, tá nógvar gýtingarfriðingar eru bæði norðanfyri og vestanfyri, og tí kunnu vit bara royna eftir upsa eystanfyri í løtuni, sigur Dánjal Jacobsen, skipari og reiðari á Vesturbúgvanum.