Bátavognar horvnir

Nú kappróðrarárið stundar til, harmast nøkur kapprórðrarfeløg um, at útgerð er horvin í vetur.

Kappróðrarárið er spakuliga farið í gongd. Fyrsta umfar av Ódnartak var fyri tveimum vikum síðani í Havn, meðan annað umfar verður í dag klokkan 13.00 í Runavík. Norðoyastevnan liggur skamt fyri framman og rógvararnir hava longu vant dúliga í fleiri mánaðir.

 

Onkur róðrarfeløg hava tó rent seg í óvæntaðar trupulleikar, teirra millum tvey av feløgunum í høvuðsstaðnum, Arga Róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur. Tað vísir seg nevniliga, at tveir bátavognar hjá teimum eru horvnir.

 

Bæði harmast tey um hetta, tí teimum tørvar vognarnar, og heita tí á fólk, ið vita nakað um, hvar vognarnir eru, ella vita, um onkur hevur lænt teir, um at seta seg í samband við róðrarfeløgini, so vognarnir kunnu koma upp á pláss aftur.

 

Argja Róðrarfelag sigur, at vognurin plagdi at standa uttanfyri neystið, men nú er hann ikki at finna.

 

Róðrarfelagið Knørrur sigur, at vognurin hevur staðið á Heygnum Mikla í Havn, men er horvin millum 5. og 11. desembur. Vognurin hevur nummarplátuna UA 311.