– Tískil kann roknast við, at bátatalið av Fútakletti og inn á Vestmanna fer at liggja millum 140 til 150. Vit vænta eisini, at her verða einir 70 kampingvognar á havnalagnum, sigur Jónfinn Egilsnes, sum er ein av fyrireikarunum.
Ársins størsta bátastevna – bátastevnan í Vestmanna – stundar nú til, og hon verður í Vestmanna í næstu viku, har leygardagurin, tá bátasiglingin verður, sjálvsagt verður hin stóri dagurin.
Men bátastevnan í Vestmanna er eitt so mikið stórt tiltak, at hon er nógv meira enn bara ein leygardagur.
Tiltøkini í Vestmanna byrja longu komandi hóskvøld, tá brøðurnir, Rasmus og Magnus Rasmussen, fara at skipa fyri stórum Syngiðviðtiltaki, og Grill Team fara at hava matsølu í stóra tjaldinum.
Lesið meira um Bátastevnuna í temablað í Sosialinum hetta vikuskfti, sum kann síggjast her