Bátastevna í tríggjar dagar

Hósdagin 14., fríggjadagin 15. og leygardagin 16. mai verður árliga Bátastevnan í Vestmanna.

Hósdagin 14. mai, fríggjadagin 15. mai og leygardagin 16. mai verður árliga Bátastevnan í Vestmanna.

 

Bátastevnan varð upprunaliga ætlað til hugnaliga samveru fyri bátafólki. Seinni hevur tað víst seg, at nógv onnur fólk vilja savnast. Umframt bátar er stevnan víðkað til eisini at fevna um kamping, motorsúkklur og annað.

 

Skipað verður fyri ymiskum tiltøkum fyri allar aldursbólkar. Tvey tjøld verða sett upp, har øll tiltøkini verða hildin, og matsøla verður allar stevnudagarnar í sera hugnaligum umhvørvi á havnalagnum.

 

Eftir innsiglingina av Fútakletti leygardagin 16. mai, fáa øll ókeypis suppu og okkurt leskiligt aftur við í stóra tjaldinum.

 

Hósdagin 14. mai verður countrykonsert, har eitt nú Hallur Joensen, Kristina Bærentsen og Sofus Hansen - Halleluja Sofus - luttaka.

 

Fríggjdagin 15. mai verður undirhald fyri børnum og ungum. Um kvøldið verður "upp á tá” sending í stóra tjaldinum við Elisi Poulsen send beinleiðis í útvarpinum.

 

Leygardagin 16. mai verður tann stóri dagurin við  felagsinnsigling av Fútakletti inn á Vestmanna, bjargingarroynd við sjóverjuskipi og tyrlu, suppa og tónleikur.

 

Um kvøldið verður stórdansur við Hans Jakku Hjelm og norska dansibandorkestrinum Holmsve.

 

Bátastevnan hevur verið hildin á hvørjum ári síðan 2002. Undirtøkan hevur verið sera góð, og seinnu árini hevur stevnan verið framúr væl vitjað.

 

Viðheftu mynd - tikin á bátastevnu í Vestmanna - hevur Birgir W. Høgnesen tikið.