Bátasmíði í Steigartúni komið hálvan veg

Báturin sum Sandavágs Fornminnafelag letur byggja er komin væl áleiði

Ein tummilfingraregul hjá bátasmiðinum er, at tá borðini eru komin upp, er báturin komin í helvt.

 

Sjeynda umfar, sjeynda og ovasta borð frá kjølinum Rimin, er liðugt.

 

Øll eru vælkomin at hyggja meðan bygt verður, Ætlanin við átakinum er, at fólk skulu síggja, hvussu bátur varð smíðaður.

 

Báturin verður settur til sølu, tá hann er liðugt smíðaður. Við fylgja 4 árar og róður.

 

Báturin er somu stødd, sum Kiwanis-báturin, lutaður burtur á ólavsøku 2023.

 

Áhugaði kunnu ringja til Dagbjørn Hansen á fartlf. 787477

 

##med2##

 

##med3##