Í kvøld er ymiskt á skránni í Vestmanna, og í morgin verður hin stóri dagurin. Tá verður siglingin av Fútakletti og inn á Vestmanna, sum er ein hugtakandi løta. Myndir: Birgir W. Høgnesen.

Bátasigling í Vestmannasundi í morgin

Vit hava fingið nakrar myndir úr Vestmanna, har Bátastevnan er byrjað, og í morgin verður lagt út í Vestmannasund til bátasigling.

Í kvøld er ymiskt á skránni í Vestmanna, og í morgin verður hin stóri dagurin. Tá verður siglingin av Fútakletti og inn á Vestmanna, sum er ein hugtakandi løta. Myndir: Birgir W. Høgnesen.

Skráin fyri Bátastevnuna í Vestmanna byrjaði longu í gjár, og hóskvøldið endaði við Syngið við-kvøldi við brøðrunum, Magnusi og Rasmusi Magnussen.

 

Dagurin í dag byrjar klokkan 16, tá spæliland verður við hoppiborgum, og klokkan 17 letur Grill Team upp matarsølu í stóra tjaldinum. Her verður eisini kaffisøla og søla av vaflum. 

 

Klokkan 18 í kvøld verður barnatiltak við Bubu á stóra palli, og síðan verða fleiri tónleikaframførslur, sum enda við, at Dynamit fara á pallin í tímanum millum klokkan 01 og 02.

 

Í morgin verður ein rúgva á skránni í Vestmanna, og klokkan 14.30 verður siglingin av Fútakletti og inn á Vestmanna. Hetta er stóra løtan á Bátastevnuni.

 

Tá bátarnir hava lagt til bryggju, verður ókeypis suppa og annað gott til allar bátastevnugestir í stóra tjaldinum, og her verður eisini harmonikutónleikur.

 

Á Facebook-vanganum - Bátastevnan í Vestmanna - sæst skráin fyri alt tiltakið, og á síðuni eru eisini ymiskar dagføringar um tiltøk, sum longu hava verið og sum eru í skránni.

 

Birgir Waag Høgnesen, sum í sínari tíð var primusmotorur aftanfyri Bátastevnutiltakið í Vestmanna, hevur sent okkum nakrar myndir úr Vestmanna í morgun.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

 

 

 

 

 

 

Í kvøld er ymiskt á skránni í Vestmanna, og í morgin verður hin stóri dagurin. Tá verður siglingin av Fútakletti og inn á Vestmanna, sum er ein hugtakandi løta. Myndir: Birgir W. Høgnesen.