Batar eru at hóma í fiskivinnu

- Gongdin hjá fiskiflotanum hevur verið heldur frægari í ár enn undanfarna ár, tó at fleiri skipabólkar framvegis eru hart kroystir fíggjarliga, sigur grannskoðarafyritøkan NOTA í roknskapargreining

FISKIFLOTI

Síðan 2005 hevur NOTA gjørt greiningar av fiskiflotanum. Skipini, sum eru við í greiningini, eru línuskip omanfyri 110 tons og trolarar, sum hava maskinorku, ið er skip omanfyri 400 HK. Hetta er samsvarandi flokkingini í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Grundarlagið undir greiningini er í fyrsta lagi almennu ársfrágreiðingarnar hjá teimum feløgum, sum eiga skipini, og haraftrat hevur NOTA fingið upplýsingar um nettosølu, veiðinøgdir og annað.
Útróðrarflotin er ikki við, tí tað eru bert fáir bátar, ið eru skipaðir í parta-ella smápartafeløg við skyldu til at lata inn almenna ársfrásøgn.
Greiningin hjá NOTA fevnir annars um allar skipabólkar, og dentur verða lagdur á, at greiningin skal geva lesarunum møguleika fyri at gera sínar egnu niðurstøður.
- Tilfarið er rúgvusmikið og kann greinast á ymiskar hættir, sigur felagið.

Skiftandi ár
NOTA ásannar, at stórar broytingar eru farnar fram árini 2005 til 2009, sum greiningin fevnir um.
- Sum heild hava tey seinastu árini hjá fiskiflotanum verið sera skiftandi. Talan var um stóra framgongd árini 2005 til 2006. Men árini síðan 2006 hevur fiskiflotin samanlagt havt afturgongd.
Lagt verður aftrat, at árið 2008 kundi sæð út til at verið eitt ár við framgongd, men tað eru tær óvanligu inntøkurnar hetta árið, ið geva positiva úrslitið. Óvanligar inntøkur eru oftast skipasølur, og sjálvandi hevur tað sína ávirkan, tá skip verða seld, og óvanligar inntøkur standast av hesum.
NOTA sigur, at allir skipabólkar høvdu hall í 2008, tá sæð verður burtur frá óvanligum postum, og støðan er nøkulunda hin sama í 2009. Tó hevur uppisjóvarvinnan og bólkurin ”onnur skip” megnað at hildið eitt positivt úrslit.

2010 frægari
Roknskapargreiningin, sum NOTA legði fram seinasta hósdag, fevnir ikki um 2010, men ábendingar eru um, at árið 2010 verður nakað betri enn 2009 hjá flest øllum skipabólkunum tilsamans.
NOTA plagar nevniliga at brúka hagtøl hjá Føroya Fiskimannafelag til at gera sær eina meting av árinum, vit eru í, og sambært hesum tølum er samlaða veiðivirði í tíðarskeiðnum januar til september 2010 økt samanborið við sama tíðarskeið í 2009.
- Gongdin hjá fiskiflotanum verður tí væntandi betri í 2010, men kortini verða tað tó fleiri skipabólkar, sum eisini í ár eru hart kroystir fíggjarliga, sigur grannskoðarafyritøkan.