Batar at hóma hjá mjólkarbøndum

Nýggjasta roknskapargreingin fyri mjólkarbøndur vísir ein batnaðan rakstur

 

 

Grannskoðanarfyritøkan Januar hevur aftur í ár greinað rakstrarroknskapin hjá fleiri av føroysku mjólkarbøndunum.

 

Greiningin fevnir um roknskapirnar fyri 2013 hjá 12 mjólkarframleiðarum, sum tilsamans framleiða beint oman fyri helvtina av mjólkini, sum varð innvigað hjá MBM í fjør. Samanlagt vísa roknskapirnir eina batnaða mynd, har samlaði bruttovinningurin hjá teimum 12 er øktur úr 7,6 í 9,8 mió kr. Hetta verður tó etið upp av øktum avskrivingum. Í greiningini verður ikki nevnt, hvør orsøkin er, men samlaðu avskrivingarnar eru øktar úr 2,1 upp í 5,1 mió kr.

 

Tá tað kemur til løn og starvsfólkakostnaðir, so er myndin tó framvegis, at tað er ikki stórvegis løn, sum føroysk mjólkarframleiðsla kastar av sær. Samlaðu lønarútreiðslurnar fyri teir 12 garðarnar, vóru í 2013 2,4 mió kr.