Bátaprát og sjómanssangir á Rás2 í dag

Nú seinnapartin sendir Rás2 beinleiðis frá bátahugna í Hvalvík

Í dag er bátastevna, ella bátahugni í Hvalvík og nú seinnapartin, fer Rás2 at senda beinleiðis frá tiltakinum.

 

Sendingin byrjar nú klokkan 13.30 og sent verður líka til klokkan 17.

 

Í sendingini verur nógv prát við bátafólkið um leyst og fast og inn ímillum fara tey at spæla sjómanssangir.

 

Tað eru Vilmund Jacobsen og Heri Simonsen, sum leggja til rættis.