Bátahylurin í Árnafirði er nú avhendaður

Tað var tann 11. juli í fjør, at sáttmáli var undirskrivaður millum Klaksvíkar kommunu og Articon um at gera bátahylin í Árnafirði lidnan beinanvegin.

Articon hevur verið arbeiðstakari, og LBF ráðgevið í verkætlanini, sum væntast liðug longu í desember í ár.  

Útbyggingin av bátahylinum í Árnafirði er eitt mál, sum farið varð undir í sjeytiárunum, men sum ongantíð er komið á mál.

Í 2021 varð ferð veruliga sett aftur á málið, og tá varð avtala eisini gjørd við Landsverk um tunnilsgrót frá tunlinum norður um fjall. 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##