Bátahylurin fær nýggjan bryggjukant

Um hálvan juli fær bátahylurin í Hvalvík nýggjan bryggjukant.

Sunda kommuna fekk trý tilboð upp á arbeiðið at gera nýggjan bryggjukant. Lægsta tilboðið, sum var frá Jóan Peturi Vang, var upp á 1,4 millión krónur, og hesum tilboðnum tók kommunan av.

 

Arbeiðið fór í gongd fyri trimum vikum síðani og skal eftir ætlanini vera liðugt hálvan juli. 

 

Heðin Zachariassen, borgarstjóri, sigur, at tá tann nýggi bryggjukanturin er liðugur, verða umstøðurnar hjá smábátum sera góðar. Í Sunda kommunu eru 11 bygdir, og allir borgarar í kommununi hava sama møguleika í øllum økinum, eisini tá talan er um bátahyljar í kommununi, sigur borgarstjórin.