Hesa vikuna eru arbeiðsfólk hjá Sp/f Thorfinni Nielsen í holt við at skifta el-talvurnar við bátahylin í Sørvági.
- Hetta merkir, at í morgin, týsdagin hin 30. august, fer ikki at bera til at bunkra í bátahylinum millum klokkan 9 og 16.
Tað siga tey í Sørvágs kommunu í dag.
Eisini kann væntast, at ólag verður á streymveitingini til sjálvar brúgvarnar og á gøtuljósunum - á teininum millum bátahylin og út til Handilsvirkið Niclasen.
Lagt verður aftrat, at arbeiðið at skifta el-talvurnar við bátahylin í Sørvági væntandi verður liðugt í hesi vikuni.











