Útbodna arbeiðið var at gera brimgarð og økið fram við landi, t.e. grótskráa, trappur, gongubreyt, kantsteinar, fundament til ljóssteyrar og festir til bátabrúgvar.
Nú verður mælt býráðnum til at játta smáar 25 miljónir til liðugtgerð av bátahavnini. Ætlanin er so at seta bátabrúgvar og bátabummar í ordra í oktober 2021.
##med2##
Havnanevndin og fíggjarnevndin hava báðar tikið undir við málinum, sum kemur fyri býráðið í kvøld.












