Enn einaferð fer Bátafelagið á Toftum saman við nógvum góðum fólki og stuðlum at skipa fyri bátafestivali. Umframt at hetta er ársins fyrsta bátastevna, verður hetta eisini hin tíggjundi bátafestivalurin á Toftum.
Eins og undanfarin ár, er aftur í ár lagt upp til eitt forvitnisligt og hugnaligt tiltak, sum er ætlað bátasiglarum, men so sanniliga eisini familjum eins væl og einstaklingum, ið hava brúk fyri at taka sær av løttum eitt bil.
Her verður høvi til prát millum bátsmanningar, við bryggjukantin og á festivaløkinum.
Bátarnir, sum taka lut í siglingini, møta í Skálafirði klokkan 12.30 leygardagin 3. mai, og síðan verður stevnt út eftir Skálafjørðinum og út í Oyrahavnina á Toftum, har lagt verður at, meðan hugnaligur harmonikutónleikur sjungar. Eftir komuna verður bjóðað til leskiliga suppu í matarhøllini á Nyki, eins og gjørt hevur verið undanfarin ár.
Somuleiðis er økið til húsvognar tøkt frá hóskvøldinum 1. mai.
Fyrsta tiltak í skránni fyri bátafestivalin á Toftum er diskotek fyri ung, sum verður í tjaldinum á festivaløkinum longu fríggjakvøldið klokkan 23.
Leygardagurin byrjar klokkan 14, tá tey fyrstu tiltøkini lata upp á festivaløkinum, eitt nú hoppiborgir, rodeo-tarvur og hylur við súklubátum. Í tjaldinum letur eisini upp tombola, har Tofta Kvinnufelag og Tofta Talvfelag skipa fyri, og her verður eisini andlitsmáling.
Klokkan 16 seinnapartin lata mattilboðini upp við pylsuvogni á festivaløkinum, caféteria í tjaldinum, og søla verður av vælumtóktu festivalbúffunum.
Samstundis, sum mattilboðini lata upp, verður eisini farið á skattaveiði, og her plaga nógv børn at taka lut.
Tey, sum hava hug at hoyra sang, eru ikki gloymd í skránni fyri bátafestivalin á Toftum.
Klokkan 16 fara tingmenn úr Eysturoy at syngja, og hálvan tíma seinni syngur kórið í Undirhúsinum.
Klokkan 17 og 17.30 syngja kórini úr ávikavist Nebo og Tabor, og klokkan 19 fara sløkkiliðsmenn at syngja.
Men, áðrenn sløkkiliðsmenn fara á pallin, verður eitt felags “Syngið við” tiltak, sum byrjar klokkan 18, og klokkan 18.30 verður mótasýning.
Seinasta tiltak í skránni fyri bátafestivalin á Toftum er dansur í tjaldinum við Halli Joensen, og tað er einki, sum bendir á, at eitt dansitiltak við sjálvum country-konginum ikki fer at eydnast til fulnar.
- Vit bjóða øllum - bæði nær og fjar - hjartaliga vælkomnum til bátafestivalin á Toftum, siga fyrireikararnir, sum vóna at síggja nógvar bátar í felags siglingini - og nógv fólk á festivaløkinum og í dansinum, sum verður til langt út á náttina.