Bátafelagshúsið verður skjótt reist

- Vit hava møtt sera stórari vælvild í samband við verkætlanina, sigur Herbert Olsen, formaður í Bátafelagnum á Bakka.

 

 

Tað var leygarmorgunin hin 30. mai í fjør, at spakin varð settur í til at grava út fyri uppíbyggingini til felagshúsið hjá Bátafelagnum á Bakka á Glyvrum. Arbeiðið er nú komið so mikið væl áleiðis, at nýggi tilbygningurin skjótt verður reistur.

 

Í dag hevur felagið lagt myndir út á sína Facebook-síðu sum vísa, at sperrurnar eru klárar, og tað skal vera løgið, um næsta stigið ikki verður at reisa bygningin og heysa flaggið. Hetta verður ein stórur dagur í søgu felagsins.

 

- Felagið hevur savnað nakað av peningi, so farast kann undir útbyggingina, og sambært viðtøkunum er ikki loyvt at skuldarbinda felagið, segði formaðurin, Herbert Olsen, tá In.fo skifti orð við hann tíðliga í fjør summar.

 

Soleiðis verður útbyggingin av bátafelagshúsinum á Bakka ikki lánsfíggjað. 

 

Herbert Olsen duldi ikki fyri, at bátafelagið hevur møtt sera stórari vælvild í samband við verkætlanina, eins og felagið hevur ta fatan, at tað eru fleiri, sum vilja stuðla.

 

- Tað eru vit í Bátafelagnum á Bakka sera takksamir fyri, segði formaðurin, tá In.fo skifti orð við hann, beint áðrenn spakin varð settur í til nýggja tilbygningin fyri góðum ári síðan.

 

##med2##