Bátafelag leigar og fer at byggja nýtt

Nú bátahugni verður í Hvalvík leygardagin, hava vit skift orð við formannin í Sundalags Bátafelag, Dia Petersen.

Sundalags Bátafelag, sum varð stovnað fyrr í hesum árinum og sum um vikuskiftið skipar fyri bátahugna í Hvalvík, hevur leigað ein bygning á havnalagnum í Hvalvík frá Sunda kommunu. Hetta er ein lítil bygningur, sum felagið fer at kunna brúka til ymiskar aktivitetir.

 

Leigusáttmáli er gjørdur yvir 20 ár, og sambært formanninum í Sundalags Bátafelag, Dia Petersen, er hetta ein lagaligur sáttmáli, sum ikki verður tungur at bera hjá felagnum.

 

- Bæði kommunan og fólk í økinum vísa okkum stóra vælvild, og tað hevði ikki borið til at havt eitt slíkt tiltak sum bátahugna, um vit ikki høvdu uppbakning í fólkinum og kommununi.

 

Dia sigur, at nú leigusáttmáli er gjørdur við kommununa, ætlar felagið eisini at byggja ein lítlan tilbygning aftrat á økinum, har húsið stendur. Hetta verður ein bygningur við almennum wc, brúsu og øðrum, og ætlanin er, at tilbygningurin skal standa liðugur í apríl næsta ár.

 

- Soleiðis verður hann tøkur, tá bátahugni verður aftur, og tá Sundalagsstevna verður hildin í Hvalvík næsta summar.

 

Dia Petersen vísir á, at ætlanin er at hava eina gongd millum bygningin, sum felagið ætlar at byggja - og húsið, sum felagið nú hevur leigusáttmála við kommununa um.

 

- Vit ætla, at meginparturin av arbeiðnum, sum skal gerast, verður gjørt sjálvboðið, og soleiðis ætla vit eisini, at kostnaðurin av byggingini skal haldast so langt niðri sum gjørligt.

 

Formaðurin í Sundalags Bátafelag sigur, at longu nú hevur felagið havt onkrar nevndarfundir í leigaða bygninginum, men ætlanin er at dagføra hølini við nýggjum gólvum, veggjum og lofti.

 

- Hetta ætla vit at gera, áðrenn vit fara í holt við ætlaðu nýbyggingina. Vit hava nógvar dugnaligar limir í felagnum, og her eru eitt nú fleiri timburmenn. Eg vænti tí ikki, at tað verður so trupult at fáa dagført verandi bygning. Hetta fer helst at taka nakrar leygardagar, sigur Dia Petersen.