Seinasta mikudag hevði Bátafelagið í Havn sín fyrsta aðalfund í nýggju stásiligu felagshúsunum í Vágsbotni.
Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali. Ein stillaði ikki upp aftur.
Í nevndini eru nú:
Kartni Olsen, verandi formaður
Alvi Nielsen
Jegvan Bæk
Egil Rasmussen
Leivur Ree Torvadal
Eykalimir
Una Højgaard
Debes Danberg
Nevndin, sum skipar seg ein av næstu døgunum, sigur, at eftir avtalu við Búsetur, sum hevur staðið fyri byggingini av nýggju felagshúsunum, so skulu húsini endaliga latast Bátafelagnum 4. oktober.
– Tá fara sjálvbodnir limir undir at gera liðna aðru og triðu hædd, sum Bátafelagið skal húsast í.
Niðasta og ovasta hæddin er útleigað.
– So tá kann felagslívið við ymsum tiltøkum takast upp aftur. Tað gleða vit okkum sera nógv til, siga tey úr Bátafelagnum í Havn við bátakvøðu.










