Bastu íslendskum landsliðshetjum

Eitt lið hjá AB tók øllá bóli, tá teir í Reykjavík smurdu fleiri íslendskar landsliðshetjur av

Um vikuskiftið hevur kappingin Football For Fun verið hildin í Reykjavík. Hetta er kapping, har stuttleikin við fótbóltsspælinum er í hásætinum, og tað var eisini við hesum fyri eygað, at eitt lið við argjarmonnum hevði teknað seg til kappingina.

 

Úrtøkan var ikki verri enn ilt, og liðið endaði á einum fimta plássið í kappingini. Men serliga mundi seinasti dysturin taka fleiri á bóli. Tá eydnaðist tað nevnliga føroyska liðnum at basa islendsku old-boys landsliðnum, sum eisini fann kappingina. Eitt nú var Herman – Herminator - Hreiðarsson partur av stjørnusetta íslendska liðnum, men tá munaði lítið á máltalvuni, sum við dystarlok vísti 5-2 til føroyska liðið.

 

Á føroyska liðnum var tó eisini ein landsliðshetja. Nevnliga Allan Mørkøre. Liðfelagar hansara vóru Kristian Martin Skála, Jakob Holm, Sigurdjón Jónsson, Karlot Hergeirsson, Andras Petersen, Bogi Vík, Búgvi Thomsen, Martin Mørk og Rói Henriksen.

 

Luttakandi liðini komu úr fleiri londum, og millum annað var eit norskt lið, har Kurt Mørkøre stóð á manningarlistanum. Hann og lítli-beiggin, Allan, spældu tó ikki móti hvørjum øðrum, tí teir vóru í hvør sínum aldursbólki.

 

Annað føroyskt íkast var eisini eitt lið við B36-kvinnum.