Bassleikarin í Smokie deyður

Tónleikabólkurin boðar í dag frá á heimasíðuni hjá bólkinum og á sosialum miðlum, at bassleikarin Terry Uttley er deyður.

 

Hetta er hent eftir stutta sjúkralegu, skrivar bólkurin millum annað.

 

Terence David Uttley var millum stovnararnar av Smokie, sum upprunaliga stavaðist Smokey. Enski bólkurin hevur verið virkin síðani 1964 og til dagin í dag.

 

Kendir gjørdust teir, tá teir fóru at samstarva við sangskrivararnar Mike Chapman og Nicky Chinn, ið skrivaði fyri fleiri bólkar.

 

Bólkurin hevur vitjað í Føroyum nakrar ferðir.

 

Terry Uttley var føddur 9. juni 1951 og andaðist 16. desember 2021.