Bassleikarin Hugo Rasmussen farin

Ein hin virknasti bassleikarin í Danmark doyði sunnudagin av krabba, 74 ára gamal.

Ein hin virknasti bassleikarin í Danmark doyði sunnukvøldið klokkan 22:45 av krabba, 74 ára gamal.

Hugo Rasmussen, jazzbassleikari,  var kendur og virdur. Og eyðkendur var hann við reyðgráa skegginum.

Hann spældi við teimum flestu og hevur spælt við kendum nøvnum innan nærum øll tónleikasløg.

Honum untist eina lívsleið innan tónleik á eini 50 ár, og hann var við á eini 1000 útgávum.

Danskir tónleikarar heiðra í hesum døgum kenda bassleikaranum á sosialu miðlunum. Millum annað verður sagt:

- Han var virkelig det, der bandt det store kulturelle danske dannelsesværk sammen. Han var kittet!, Hetta sigur pianisturin Carsten Dahl.