Bassleikari í Slipknot deyður

Bassleikarin Paul Gray varð mánadagin funnin deyður á rúmi sínum á einum gistingarhúsi í Iowa, USA. Løgreglan metir ikki, at nakað brotsverk er aftanfyri hendingina, men líkið skal kannast nærri í dag.

Paul Gray var 38 ára gamal og bassleikari í Slipknot, ið gjørdist kendur bólkur í 1999 við fyrstu útgávuni, ið seldi yvir eina millión eintøk. Kendir vóru teir eisini fyri serliga óhugnaligar andlitsmaskur, ið teir høvdu á. Bólkurin vann Grammy í 2006 fyri lagið Before I forget.

Slipknot hava leikt í Danmark, m.a. á Roskilde Festival og spældu fyri ári síðani á Orange Scene.