Bassene og Stojkovic halda fram í TB

TB hevur gjørt avtalu við miðvallaran Joseph Bassene og málverjan Ivan Stojkovic um at spæla við besta liðinum hjá felagnum komandi ár. Tað skrivar Suðuroyarportalurin.Á spælarafundi í felagnum varð eisini greitt, at teir, sum vóru við í hópinum til teir seinastu dystirnar í ár, eisini vera í hópinum hjá Tvøroyrar Bóltfelag komandi kappingarár. Eisini teir dreingir av Tvøroyri, sum í ár gjørdust meistarar við felagsliðnum úr Suðuroynni, hava boðað frá, at teir ynskja at leika við TB næsta ár.