Baskisk uppreisn móti Madrid

Spaina: Tað var FC Barcelona og Athletic Bilbao, sum møtast í stórsteypafinaluni

Tað verða FC Barcelona og Athletic Bilbao, sum møtast í stórsteypafinaluni, eftir at FC Barcelona mikukvøldið vann á baskiska Real Sociedad, meðan baskisku grannarnir úr Athletic Bilbao í gjár vunnu á Real Madrid.

Í Spania er leisturin til stórsteypadystin broytt, so at tað eru fýra lið, sum spæla eina hálvfinalu og eina finalu. Mikukvøldið vann FC Barcelona eftir brotssparkskapping á Real Sociedad. Stórspælandi Frenkie de Jong legði FC Barcelona á odda. Mikel Oyarzabal javnaði í vanligari leiktíð, men brendi í brotssparkskappingini, sum FC Barcelona vann.

Í gjár var so dystur millum Real Madrid og Atheltic Bilbao. Her megnaði Athletic Bilbao at vinna baskarum uppreisn við einum 2-1 sigri á Real Madrid. Raul Garcia skoraði bæði málini hjá vinnandi liðnum í fyrra hálvleiki. Karim Benzema minkaði um munin í seinna hálvleiki, tá Real Madrid kringsetti brotsteigin hjá baskarunum, men tað bleiv bara til eitt mál.

Finalan í stórsteypatiltakinum verður sunnudagin millum FC Barcelona, sum mikukvøldið spældi uttan Lionel Messi, og Athletic Bilbao.