Inni á heimasíðuni www.garnstudio.com er ein uppskrift upp á ein sera smartan baskara, ið er heklaður. Har eru eisini túsundtals aðrar lekrar bindi- og hekliuppskriftir á donskum, norskum og svenskum.
...og undir baskaranum skal tað vera eitt hárband
Um tú eisini vil vera smart tá tú tekur baskaran av høvdinum, er hárband besta loysnin í vetur. Tað er at fáa í nógvum ymiskum litum og mynstrum. Passar væl við einari blómu á hárbandinum til jólaballið og eitt einkult svart til arbeiðs- ella skúladagin.