Basim hevur dagsins fyrstu konsert á Vágsbøi, og hann er sera fegin um at verða aftur í Føroyum og framføra
Basim var á Summar Festivalinum í 2008, eftir at hann varð blivin kendur umvegis X Factor sangkappingina. Eygagóði og dugnaligi sangarin hevur síðani etablerað seg sum tónleikari, og í ár umboðaði hann Danmark í Eurovision sangkappingini.
Nú er Basim komin aftur til Føroya at framføra.
- Eg eri sera fegin um, at eg eri sloppin aftur til Føroya at hava konsert, og tað er deiligt at verða aftur á Summar Festivalinum. Eg minnist enn, hvussu góða móttøku, eg fekk seinast, og tí gleði eg meg til at syngja fyri føroyingum aftur, sigur Basim.
Basim er føddur og uppvaksin í Danmark, men hevur marrokanska bakgrund. Basim spælir í summar og í heyst yvir 50 konsertir í Danmark og aðrastaðni, og í dag kl. 17.00 kann hann upplivast á Summar Festivalinum.
Eftir konsertina vitjar hann í Silvalandi, har hann fer at skriva autografar.