Basim er størsta X-Factor stjørnan nakrantíð

Hann gjørdist einans nummar fýra, tá ið hann var við í X-factor. Men í dag er hann uttan iva tann, sum hevur fingið mest burturúr kappingini.

 

Tað eru fimm ár síðani, at Basim sum 15 ára gamlan sang seg inn í hjørtuni á dønum fyri fyrstu ferð.

 

Síðani hevur tað gingið væl hjá unga sangaranum. Hann hevur gjørt tvær fløgur, og hevur havt yvir 300 konsertir í Danmark og í Føroyum. Harumframt hevur hann verið í Amerika og spælt inn tónleik.

 

- Tað er ótrúligt at vera ein vanligur drongur, og brádliga gerast ein, sum fólk kenna aftur, og nærmast blíva fólkaogn. Eg føli meg góðkendan allastaðni har eg eri, sigur Basim við BT.

 

Hann viðgongur tó, at tað allarhelst eru fleiri, sum ikki dáma hann.

 

- Ein og hvør poppstjørna hevur fólk, sum hata hann. Men tað er ongantíð nakar, sum torir at siga tað við meg. Men onkuntíð hava ónavngivin fólk skriva okkurt á netið, sigur Basim.

 

Basim skal í summar spæla millum 40 og 50 konsertir. Hann sigur við BT, at fyri hann er líka mikið hvar hann syngur. Bara fólk koma, so er hann nøgdur.