Baseball troyggja setti heimsmet á uppboðssølu

Eitt ógvuliga dýrt klædnaplagg fór fyri stuttum yvir diskin, tá ein 92 ára gomul baseballtroyggja varð seld fyri metprís á uppboðssølu í New York.

Tann nú selda baseballtroyggjan hevur verið á uppboðssølu í fleiri vikur, har hon hevur verið goymd í eini trygg glasmontru. - Mynd: Lm Otero/Ritzau Scanpix

Troyggjan, sum amerikanska baseball-ikonið, Babe Ruth, var í tá hon spældi, varð seld á uppboðssølu fyri 24,1 milliónir dollarar. Hetta svarar til yvir 160 milliónir í okkara krónum.

Ongantíð áður hevur ein ítróttarlutur verið seldur fyri so stóra upphædd.

Uppboðssølan slær sostatt metið, sum seinast varð sett í 2022.

Tá varð eitt baseballkort við fyrrverandi spælaranum Mickey Mantle selt á uppboðssølu fyri næstan 85 milliónir krónur.

Babe Ruth spældi í metsdýru troyggjuni í einum dysti fyri baseballliðið hjá New York Yankees í 1932.

Babe Ruth andaðist í 1948 53 ára gomul.

 

/ritzau/

 

Tann nú selda baseballtroyggjan hevur verið á uppboðssølu í fleiri vikur, har hon hevur verið goymd í eini trygg glasmontru. - Mynd: Lm Otero/Ritzau Scanpix