Basarurin verður hildin klokkan 19 í kvøld í fimleikahøllini á Glyvrum. Nógvir góðir lutir eru at vinna og lutaseðilin uppá bilin, ið er seldur ymsa staðni kring landið, verður trektur. Fleiri av valevnunum til kommunuvalið fara at snara hjólinum.
Støkk húsast í dag í fimm ymiskum hallum og hevur ringt við at fáa tímatalvuna til allar sínar 600 limir at hanga saman. Tí hevur seinasta árið verið arbeitt við at útvega sær eina fimleikahøll, 1700 fermetrar til støddar. Bygningurin verður skipaður í tveimum hallum, ein sum er til frama fyri reiðskapsfimleiki og eina til frama fyri rútmiskum/estetiskum fimleiki.
Eginfígging og avtalað við Runavíkar Kommunu er komin uppá pláss. Projekteringin er júst byrjað, og annars liggur ein partur av málinum hjá fíggingarstovnunum í løtuni.
Væntandi verður byrjað at grava út komandi vár, og skal høllin soleiðis standa liðug seinasta dag í 2010.










