Tá stóri minnisvarðin varð bygdur í Sandavági, róptur Seyðamaðurin á Sondum, sum Hans Pauli Olsen, listamaður, stóð fyri, varð alt grótarbeiðið gjørt í Skopun. Mynd: Álvur Haraldsen.

Basalt úr Skopun til minnisvarða í Sandavági

- Áðrenn stóri minnisvarðin varð settur upp í Sandavági, stóð hann uppi her hjá okkum í einar tvær vikur, sigur Høgni Tausen á Føroya Grótvirki.

 

Tá stóri minnisvarðin varð bygdur í Sandavági, róptur Seyðamaðurin á Sondum, sum Hans Pauli Olsen, listamaður, stóð fyri, varð alt grótarbeiðið gjørt í Skopun. Mynd: Álvur Haraldsen.

Á Føroya Grótvirki í Skopun verður høvuðsdentur lagdur á tríggjar ymiskar framleiðslur - gravsteinar, borðplátur og flísar av ymiskum slagi, alt úr føroyskum basalti.  

Stjórin í Føroya Grótvirki, Høgni Tausen, sigur, at basalt er ein fantastisk rávøra at arbeiða við og við tað, at basalt ikki er líka hart, sum eitt nú granitt, er tað eisini sterkari og støkkur minni. Basalt er eitt sindur verri at forma enn granitt, men tá tað er skorið, verður tað formað haðani.   

 

Tað er ein partur av søguni aftan fyri grótvirkið, at virkið áður hevur verið partur av verkætlanum at byggja minnisvarðar kring landið. Í seinastuni hevur hetta aftur vundið upp á seg, og í summar hevur fyritøkan í Skopun verið partur av fleiri størri og smærri verkætlanum av slíkum slag.

 

Høgni Tausen vísir á, at tá stóri minnisvarðin varð bygdur í Sandavági, róptur Seyðamaðurin á Sondum, sum Hans Pauli Olsen, listamaður, stóð fyri, varð alt grótarbeiðið gjørt í Skopun. Í einar 3-4 vikur arbeiddi óføri listamaðurin á virkinum í Skopun.

 

- Áðrenn stóri minnisvarðin varð settur upp í Sandavági, stóð hann uppi her hjá okkum í einar tvær vikur. Umframt grótið, sum fyllir nógv við minnisvarðan, er eisini flotta huldukonan, sum listamaðurin hegnisliga gjørdi. Tað var áhugavert at hava Hans Paula Olsen á virkinum, sigur stjórin.

 

Føroya Grótvirki var eisini partur av verkætlanini, tá Hans Pauli Olsen bygdi minnisvarðan yvir Ólav av Heygum í Vestmanna, har hesin stendur millum nakrar oyggjar úr gróti, og her gjørdi virkið í Skopun grótflísarnar.

 

##med2##

 

Stjórin vísir á, at virkið í Skopun eisini hevur arbeitt saman við Pól Skarðenni, listamanni, sum teknaði minnisvarðan yvir flogvanlukkuna í Selvík, minnisvarðan í Vatnsoyrum og Nykin á Vatninum.

- Pól Skarðenni designaði listaverkið við Bíggjarvegin, sum vit síðan gjørdu her í Skopun, og í samband við listaverkini í Vatnsoyrum og á Vatninum gjørdu vit minnispláturnar, sigur Høgni Tausen.

 

Føroya Grótvirki eisini er partur av verkætlanini at reisa ein ætlaðan minnisvarða yvir Grím Kamban í Funningi. Virkið hevur ikki verið serliga uppsøkjandi í samband við slíkar verkætlanir, og sum oftast eru tað listafólk, sum sjálvi hava sett seg í samband við grótvirkið.

 

Forvitnisliga fyritøkan í Skopun, sum arbeiðir við føroyskum basalti, hevur eisini latið nakrar steinplátur sum borðplátur til grønlendskar nýbygningar, sum eru bygdir í Spania, og her er ein steinpláta bíløgd aftrat.

 

Tá stóri minnisvarðin varð bygdur í Sandavági, róptur Seyðamaðurin á Sondum, sum Hans Pauli Olsen, listamaður, stóð fyri, varð alt grótarbeiðið gjørt í Skopun. Mynd: Álvur Haraldsen.

- Vit hava ikki verið serliga uppsøkjandi í samband við slíkar verkætlanir, sigur Høgni Tausen.