Franski málverjin Fabien Barthez er dømdur seks mánaða leikbann fyri at spýta á ein dómara.
Ekstrablaðið skrivar, at franska fótbóltssambandið avhoyrdi Barthez í gjár, og í dag varð støða tikin til, at kendi málverjin skal hava leikbann í seks mánaðir, harav helvtin er treytað.
Tað var í vinardystinum millum Wydad Casablanca úr Marokko og Olympique Marseille í februar, at Fabien Barthez spýtti á dómaran Abdellah El Achiri.