Bartal: - Tveir minuttir aftrat, og vit høvdu vunnið

(Ljóðsamrøða frá Rás2) ÍF innheintaði AB seinastu 10 minuttirnar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við veteranin hjá ÍF, Bartal Eliasen, sum í dag skeyt sítt mál nummar 100 fyri ÍF í bestu mansdeildini.

 

Bartal er ikki í iva um, at hevði 3-3 dysturin ímóti AB á heimavølli í Norðragøtu í dag vart tveir minuttir longri, so hevði talan verið um ein heimasigur hjá ÍF. Bartal staðfestir, at tað liggur ikki til hann og liðfelagarnar at geva upp, og í dag fingu teir eisini løn fyri stríðið, tá teir vendu einum hóttandi 1-3 tapi til javnleik 3-3. 

 

(Mynd: if.fo - Kjartan Madsen)