Tað hevur tær síðstu vikurnar verið upp á tal, at GÍ miðverjin Bartal Eliasen skuldi fara til Íslands at hjálpa Leiftri. Jens Martin Knudsen hevur hildið, at tað hevur verið nakað tunnligt frammanfyri hann í verjuni. Tí hevur hann ætlað at fingið ein nýggjan og royndan miðverja til Ólafsfirðar.
Jens Martin kennir væl Bartal Eliasen, sum hevur sáttmála við GÍ. Partarnir hava tosað saman, og í síðstu viku var um reppið, at tað var komið har til, at Bartal skuldi fara beinleiðis til Íslands og tískil ikki skuldi koma aftur til Føroya saman við hinum GÍ spælarunum. Men tað spurdist einki burturúr, og nú eru ætlanirnar lagdar á hillina.
Vánaliga úrslitið hjá Leiftri móti Fylkir sunnukvøldið bendir á, at tað hevði havt komið væl við, um teir høvdu havt ein eyka miðverja á liðnum.
Vit skilja á lagnum, at ætlanin hevur ongantíð verið, at Bartal skuldi skriva langtíðar sáttmála við Leiftur. Ætlanin var, at hann skuldi hjálpa teimum í summarsteðginum í føroysku kappingini.
Bartal hevur gingið tvey ár á læraraskúlanum. Hann hevur ikki avskrivað møguleikan at spæla fótbólt í útlandinum, men hann er sinnaður at gera seg lidnan a læraraskúlanum, áðrenn tað fer at koma upp á tal at royna fótbóltseydnuna uttanlands.
Bartal spældi tveir landsdystir í 1997. Í ár hevur Allan Simonsen ikki havt boð eftir honum. Avrikini á ferðini í Danmark í síðstu viku sigast at hava verið sannførandi. At Bartal eisini skoraði tvey mál hevur ikki tikið burtur av sjálvsálitinum.
Fleiri av miðverjunum á landsliðnum hava lítla dystarvenjing, og tí man tað ikki vera heilt ómøguligt, at landsliðsvenjarin aftur fer at fáa hug á GÍ miðverjanum.