Bartal skal ganga á Harvard

Føroyingurin Bartal Nolsøe Poulsen er sloppin inn á kenda amerikanska skúlan MIT, ið hevur tætt tilknýti til heimskenda Ivy League lærustovnin Harvard. Eftir drúgt stríð kláraði Bartal uppum høgu gáttina hjá einum skúla, sum telist millum fremstu skúlarnar í USA, og er ein tann ringasti skúlin at sleppa at inn á í øllum heiminum. Millum starvsfólki er eitt ótal av Nobel-virðislønar vinnarum

Bartal Nolsøe Poulsen fer í august mánað til USA at ganga í skúla. Tað er heldur ikki ein og hvør skúli, ið Bartal komandi árini skal halda til. Talan er um víðagitna skúlan MIT. Hetta stendur fyri Massachusetts Institute of Technology, ið heldur til beint uttanfyri býin Boston í Massachusetts.
Skúlin hevur ríkar traditónir og telist millum teir fremstu skúlarnar í USA. Skúlin hevur tætt samstarv við Harvard, og Bartal kann uttan trupulleikar skifta til henda skúlan eftir fyrsta árið, um honum ynskir. Professarnir og aðrir, ið undirvísa á skúlanum, eru allir kendir vísindamenn, og tað skortar heldur ikki við viðurkenning til undirvísararnar. Bara í ár var ein lærari á skúlanum heiðraður við Nobel-virðislønini í alisfrøði, og fleiri av hinum vinnarunum í ár hava tilknýti til skúlan. Tað vakti stóran ans á skúlanum í 1996, tá skúlan onga Nobel-virðisløn vann eftir trý ár at hava móttikið onkra av hesum, og tað gekk heldur ikki stillisliga fyri seg. Talan er sostatt um ein av víðagitnastu og fremstu skúlunum í USA og heiminum. Millum gomlu næmingarnar á skúlanum telist millum annað Kofi Annan, S.T.-aðalskrivari.

Ikki sum hini
Bartal Nolsøe Poulsen er tjúgu ára gamal. Hann er uppvaksin í Froðba. Eftir loknan fólkaskúlan stevndi hann til Havnar, har hann fór á støddfrøðiligudeild á Stundentaskúlanum í Hoydølum. Hann gjørdist studentur í summar við frálíka góðum úrslti, og hevur hetta seinasta lítla árið starvast hjá Landsverkføðinginum og Café Natúr.
?Eg havi ongantíð valt tað trygga. Tá mínar floksfelagar fóru til Vágs at ganga í student, so fór eg til Havnar. Tá floksfelagarnir í Studentaskúlanum fara til Danmarkar at lesa, so fari eg til USA, sigur Bartal Nolsøe Poulsen, tá vit spyrja eftir orsøkini til, at hann fer allanvegin um Atlantshav at nema sær kunnleika.
?At tað júst gjørdis USA er nokk meira tilvild enn nakað annað. Eg vildi sjálvandi fyrst og fremst hava eina góða útbúgving, sigur Bartal.
USA eru ikki júst tað staðið har flestu føroyingarnir fara at lesa, men Bartal heldur ikki aftur av hesa orsøk, hóast tað kravt nógv arbeiða frá hansara síðu at koma inn á skúlan.
?Í oktober mánað, tá byrjaði eg at síggja, at tað er ein heimur uttanfyri Danmark. Eg varnaðist, at tað var ein hópur av valmøguleikum í USA. Eg byrjaði so at hyggja meg um á internetinum. Eg leitaði fyrst og fremst eftir teimum kendu skúlunum ? teir sum kenna frá filmum og sjónvarpi. Eg rak síðani framá eina góða síðu, ið kallast fyri collegeboard.com, og har fekk eg hópin av upplýsingum, ið skuldu vísa seg at vera hentir, sigur Bartal Nolsøe Poulsen.
Bartal gjørdi í fyrstu atløgu av, at tað skuldi vera á eystursíðuni av USA, at hann skuldi lesa. Hann sigur orsøkirnar til hetta vera fleiri í tali. Millum annað er tættari at Føroyum, men har eisini eitt gott umhvørvi við góðum skúlum. Tað er í tí økinum á eystursíðuni, sum kallast fyri New England, at flest allir teir kendastu skúlarnir eru.
?Skúlin byrjar í endanum av august. Eg varnaðist tó, at umsóknarfreistin til skúlan longu var í januar mánað, har hon eitt nú í Danmark ikki er fyrr enn í juli. Tískil mátti eg arbeiða skjótt, og tað var eisini nógv at fáa frá hondini. Eg valdi at royna MIT, tí hetta virkaði sum ein tann besti skúlin, og hann virkaði eisini opin fyri at taka ímóti útlendingum, samstundis hevði eg eisini valt at royna tann náttúruvísindaliga vegin, so eg royndi hendan skúlan, sigur Bartal.
Bartal fekk sær hendur á umsóknarpappírunum síðst í oktober mánað, og tað var heldur ikki bara sum at siga tað, greiðir Bartal frá.
Fyri tað fyrsta var skotbráið stutt, og Bartal skuldi eisini ein túr til Suður Afrika, og hetta gjørdi tað ikki lættari. Bartal skuldi hava viðmæli frá tveimum lærarum og einum lestrarvegleiðara. Umframt hetta skuldi hann eisini til Danmarkar til nakrar kvalifiserandi royndir. Hesir royndir vóru fyri at kann førleika hjá Bartal í ymsum fakum eins í og í einskum máli.
?Tað var nógv arbeiði, og tað eydnaðist mær heldur ikki at fáa alt við, ið eg hevði ætlað, áðrenn eg sendi umsóknina avstað. Eg sendi hana tó avstað, men eg hevði so gott sum avskrivað møguleikan at sleppa inn, og eg var farin at hyggja eftir alternativum møguleikum í Danmark, sigur Bartal.
Síðsti sunnudag komu so boðini frá MIT, at Bartal var upptikin á skúlan. Hann fekk fyrst boðini við teldubrævi, men dagin eftir kom eisini ein tjúkri brævbjálvi. Síðani hevur Bartal havt samskifti við skúlan, sum hann tó ikki hevur samskift við áðrenn sjálvur. Tað eru nøkur viðurskifti, sum skulu fáast í rættlag, men Bartal hevur megnað at klatrað upp um fyrstu forðingina.
?Eg kenni heldur einki til landið ella amerikanska mentan, men hetta meti eg sum part av útbúgvingini, har eg læri aðra mentan at kenna, sigur Bartal.

College
Tá Bartal 20. august byrjar á MIT, byrjar hann samstundis á college. Hetta er partur av teirri amerikonsku útbúgvingarskipanini. Amerikumenn byrja í skúla, tá teir eru seks ára gamlir. Sum átjan ára gomul verða tey flestu liðug við High School. Hetta kann metast sum á leið tað sama sum studentarskúlin hjá okkum. Eftir hetta kunnu tey fara á college. Tað tekur fýra ár at gera seg lidnan við college. Bartal sigur, at hetta fyrsta árið hjá honum verður á leið á støði við seinnu heilt av stundentaskúlanum. Eftir hetta fyrsta árið, so skal Bartal velja høvuðslærugrein og velja onnur fak. Velur Bartal at taka eina humanistiska lærugrein sum høvuðsgrein, so verður hann mest sannlíkt fluttur yvir til Harvard at ganga í skúla, tá Harvard og MIT hava tætt samstarv, har næmingarnir hjá báðum skúlunum kunnu ganga til frálæru hjá hvørjum øðrum. Harvard er at meta sum ein av teimum sokallaðu Ivy League skúlunum, sum eru teir kendastu háskúlarnir í landnyrðings USA.
?Tá tú søkir inn á skúlar í USA, so søkir tú til hvønn skúla sær. Tað er stór kapping millum umsøkjararnar at sleppa inn, men tað er samstundis eisini stór kapping millum skúlarnarnar at fáa teir bestu næmingarnar. Tað er eisini ymiskt, hvørjar upptøkutreytir hesir ymsu skúlarnir seta, og tað krevur nógv av einum, um tú skalt klára øll krøvini, sigur Bartal.
Væntandi vera tað eini 1.500 upptiknar í summar, men tað standa nógv fleiri og bíða eftir at sleppa inn. Krøvini til næmingarnar, meðan teir eru á skúlanum eru eisini rættiliga hørð, og tað verður væntað nógv av næmingunum.
Í college-skipanini skulu næmingarnir hava fleiri lærugreinir, soleiðis at tað ikki verður sum á flestu hægri lærustovnum, har "bert" tað eina fakið verður lisið. Eftir tey fýra árini á college hava næmingarnir vanliga fingið eitt bachelor prógv.

Savna Pengar
Tað er heldur ikki heilt einki, tað kostar at ganga í skúla á MIT. Bartal skal av við einar 360.000 kr. um árið fyri at ganga á skúlanum. Í løtuni hyggur Bartal at møguleikunum at fíggja útbúgvingina. Fyri hesar pengar er alt íroknað við bústaði og annað.
Støðan hjá skúlan ger, at næmingarnir hava góðar arbeiðsmøguleikar, tá ið teir verða lidnir við útbúgvingina. Tað eru nevniliga fleiri arbeiðsmøguleikar til hvønn graduate á MIT, og lønin liggur í tí hægra endanum. Flestu teirra, ið verða liðug á MIT fáa arbeiða hjá støðum sum NASA, NSA, Microsoft v.m.
Bartal fer eftir ætlan til USA í august mánað.