Bartal: P¤¤¤býtt at spæla hálvfinalur í KÍ-høllini

(Rás2) Hoyr leikandi formannin hjá ÍF-flogbólti siga sína bersøgnu meining um steypahálvfinalurnar

Flogbóltsfólkið í Føroyum hevur á virkna facebook-bólkinum "Flogbóltstíðindi" tjakast um hvørt tað er rætt ella skeivt at spæla allar fýra hálvfinalurnar í steypakappingini í KÍ-høllini norðuri í Klaksvík.

 

Fólk hava argumenterað fyri og ímóti. Ein av teimum, sum hevur er harðast ímóti leistinum at spæla allar hálvfinalurnar í KÍ-høllini er Bartal Eliasen, leikari hjá ÍF, og formaður í ÍF-flogbólti.

 

- Tað er p¤¤¤býtt at spæla dystirnar í KÍ-høllini, so dýran tekur Bartal til orðanna.

 

Bartal Eliasen heldur, at antin skuldu bólkavinnararnir hava heimavøll í hálvfinaluni ella skulu hálvfinalurnar verða á uttanveltaðum vølli.

 

Og um hálvfinalurnar skulu spælast í Klaksvík, sum sambært Bartal er ein fyrimunur fyri Mjølnir, so var frægari, at hálvfinalurnar vóru spældar í badmintonhøllini, sum er ljósari, hægri og áskoðaraliga betri høll enn KÍ-høllin. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen hevði við Bartal Eliasen í SportBoxini á Rás2 seinnapartin. 

 

Leinkjan til facebookbólkin "Flogbóltstíðindi" er HER