Bartal: Marginalarnir koppaðu teirra veg

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Veteranurin hjá ÍF heldur ikki munurin var so stórur, sum úrslitið 4-2 peikar á

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Bartal Eliasen, ÍF-veteran, aftaná 2-4 tapið hjá ÍF ímóti Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu í dag.

 

Bartal heldur ikki, at ÍF leikliga stóð nakað aftanfyri Víking, men hinvegin vóru marginalarnir við Víkingi, serliga við teimum framúr vøkru málunum hjá Súna Olsen og Hanusi Jacobsen til 3-1 og 4-1, sum vóru skotin úr langari fjarstøðu. Bartal ásannar, at tað var heldur ikki nøktandi, at ÍF-arnir ikki vóru klárir við dystarbyrjan, og við byrjanina í seinna hálvleiki, tá Vìkingur fekk tvey skjót mál.

 

(mynd: if.fo)