Bartal mátti traðka til

Meiningin var, at Bartal Eliasen skuldi verða hjálparvenjari hjá føroyska landsliðnum í flogbólti hjá monnum, men tá Boban Ilic ikki fekk visa, mátti Bartal traðka til sum høvuðsvenjari

Stóru trupulleikarnir, ið at enda høvdu við sær, at Boban Ilic ikki slapp við til Bermuda, gjørdu, at Fogbóltssambandið knappliga stóð við ongum høvuðsvenjara.
- Hetta hevur verið rættiliga hektiskt, serliga seinastu tíðina upp undir fráferðina. Alt var so ógreitt, hvat fór at henda við Boban, og vit royndu at fáa fleiri venjaraevnir at taka yvir. Men tað bar ikki til upp á so stutt skotbrá, sigur Bartal Eliasen.
Hann er tí einsamallur venjari á Bermuda. Og tó.
- Jan Hentze hevur lovað at hjálpt mær, um tað stendur á, sigur Bartal Eliasen.
Men hann hevur eisini samband við Boban Ilic.
- Vit hava alt ár verið rættiliga samdir um, hvat vit gera og hvussu vit grípa tað ann, og eg havi avgjørt verið við í avgerðunum, hóast hann hevur veirð høvuðsvenjari, sigur Bartal Eliasen.
Hann tosar við Boban um liðuppstillingina, og hvussu liðið skal spæla ímóti tí einstaka mótstøðuliðinum.
- Tá eg havi sett liðið, so tosi eg við Boban um uppstillingina, og hann er gjarna púra samdur við mær, sigur Bartal Eliasen.
Trupulleikarnir við visa til Boban, sum greitt er frá her á síðunum, gera, at Boban Ilic ikki verður at síggja á oyggjaleikunum.
- Tað eri eg ógvuliga keddur um, tí hetta hevur verið eitt fantastiskt ár fyri hann, eitt ár hann ætlaði at enda við einum gullmerki til kvinnurnar, sigur Bartal Eliasen.
Ein ambitión, ið Bartal Eliasen nú hevur møguleika at uppfylla.
- Eg havi verið við í flogbólti í eini 20 ár, so eg veit hvat skal til. Eg havi ikki verið venjari á so høgum stigi fyrr, men eg vil siga, at kvinnurnar eru so mikið góðar, at tær høvdu komið langt, sjálvt um hvørki Boban ella eg vóru her, sigur Bartal Eliasen.