Nú er greitt hvar verjuleikarin Bartal Eliasen fer at spæla komandi kappingarár. Og kemur avgerðin neyvan óvart á tey flestu. Bartal Eliasen hevur valt at taka enn eitt tørn fyri barndómsfelagið ÍF, og er sáttmálin galdandi fyri komandi kappingarár.
Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum í kvøld.
Tað hevur annars drigið leingi út hjá Bartal Eliasen við at hava longt sáttmálan, og eina tíð ljóðaði at áhugi var frá fleiri feløgum fyri rutineraða verjuleikaranum.
Men at enda, gjørdist tað altso barndómsfelagið ÍF, ið fór avstað við undirskriftini.
38 ára gamli Bartal Eliasen hevur sambært faroesoccer leikt 354 dystir í Effo-deildini.