Bartal hevur hug at halda fram

Upprunaliga ætlaði miðverjin ikki spæla fótbólt komandi kappingarár, tí hann vildi leggja alla orku í flogbóltslandsliðið, sum skal til Bermuda í summar.

 

Nú er Bartal Eliasen ikki úttikin til flogbóltslandsliðið, og tí er hugurin at spæla fótbólt komandi ár vaksin nógv.

 

- Eg helt tað var passandi at gevast aftaná eitt so gott ár, men nú umhugsi eg av álvara at taka eitt ár afturat, sigur Bartal Eliasen við portalin.

 

Hóast Bartal Eliasen er blivin 36 ár, so var hann í fjør millum drúgvastu spælararnar hjá ÍF, sum bleiv nummar tvey í landskappingini.

 

- Eg havi fingið tilboð um at koma at spæla aftur, men fyribiils er einki komið upp á pláss, sigur Bartal Eliasen.

 

Hann hevur síðani 2004 spælt við ÍF.

 

Mynd: Bartal Eliasen(t.h) í tvísdysti við Lukasz Cieslewicz