Bartal heldur fram í Fuglafirði

Bartal Eliasen spældi sambært faroesoccer.com, frá 1993 til 1998 við ÍF, áðrenn hann skifti til GÍ. Har spældi hann til endan av 2003, tá hann aftur skifti til ÍF, har hann hevur spælt til tann dag í dag. Í fjør spældi hann 13 dystir og skoraði seks mál. Millum tey seks málini vóru tvey skorað ímóti Víkingi í seinasta umfarinum. Tann dystin vann ÍF 3-1 og tryggjaði sær harvið luttøku í Evropa komandi ár.

 

Bartal spælir fyri tað mesta í miðverjuni, men verður mangan nýttur sum áleypari, tá málini mangla. Bartal hevur eisini verið rundan um A-landsliðið í seinastuni, millum annað byrjaði hann inni, tá landsliðið vann á Litava. Stutt fyri kappingarenda í fjør boðaði hann tó frá, at hann ikki er sinnaður at spæla fleiri dystir á landsliðnum.

 

ÍF heimasíðan skrivar:

 

Vit á if.fo eru sera fegin at kunna avdúka, at verjukempan og Euro League hetjan hjá ÍF, Bartal Eliasen, hevur undirskrivað ein 1-ára sáttmála í kvøld. Nógv ganga spent og bíða hvat hendir kring felagið, og gott er at vit kunnu sleppa eina slíka bombu nakrar tímar áðrenn vit traðka inn í 2011. Bartal hevur leikt 264 dystir fyri besta liðið hjá ÍF, og hevur skotið heili 76 mál í hesum dystum - so hann hevur verið ein sera vandamikil harri frammanfyri málið. Eisini kunnu vit siga, at Bartal gongur altíð fremst, og hevur sera nógv at siga fyri Vodafoneliðið og fyri felagið sum heild, so nú byrjar Vodafonehópurin veruliga at líkjast í Fuglafirði. Vit ynskja Bartal góða eydnu víðari í ÍF blusuni komandi ár.