AB boðar í dag frá, at Bartal Skaalum Petersen hevur gjørt nýggjan sáttmála við felagið. Rokaligi áleyparin er 21 ára gamal og hevur longu spælt 106 dystir barndómsfelagið, men hann manglar enn at vinna sær fast pláss á liðnum yvir longri tíð.
- Hann er framherji, stundum eitt sindur buldrasligur, og hann tuskar runt og stríðist. Nú er greitt, at hann eisini spælir við AB í 2023. Bartal er av Argjum og hevur ongantíð spælt í øðrum felagi. Hann hevur verið partur av bestaliðshópinum síðani 2017 og er á hendan hátt komin upp á sítt høga dystartal, sigur AB og leggur afturat:
- Góði hugburðurin og stríðsandin lønaði seg fyrr í ár við, at Bartal á fyrsta sinni bleiv úttikin til U21-landsliðið og innskiftur í flotta javnleikinum ímóti Serbia í juni. Dysturin bleiv spældur í Klaksvík og endaði 1-1. Mangan hevur Bartal verið innskiftari, men ætlar hann sær at vinna fast pláss á Betrideildarliðnum hjá AB, so er bara eitt at gera: Halda fram við at stríðast, taka tær røttu avgerðirnar og taka av møguleikanum, tá hann kemur.
AB hevur fyri tað mesta longt við teir ungu og lokalu, men greitt er eisini at argentisnki miðvallarin, Santiago Lebus, heldur fram komandi kappingarár.











